Listaverkini hjá Halleluja-Sofus sleppa ikki at koyra

Halleluja-Sofus sleppur ikki at skráseta bilarnar hjá sær sum ellisakfør, tí hann hevur umbygt teir ov nógv.

»Nei« sigur Akstovan, tá Sofus í Horni Hansen spyr, um hann kann skráseta gomlu bilarnar hjá sær sum ellisakfør.

Sofus er kendur fyri sínar umbygdu bilar. Eitt nú hevur hann eina Fólkavognsboblu við Mercedes-gron og ein Porche við Peugeot-líknandi gron – eitt listaverk, sum hann í 2002 fór til Svøríkis at sýna fram á stóru Elmia Messuni. Har vann hann heiðurin fyri »bestu styling« hettar árið. Har kappaðist Sofus Hansen við millum 200 og 300 aðrar umbygdar og stylaðar bilar.

Tað er slíkir bilar sum hetta, ið geva Akstovuni høvuðbrýggj – tó at vit í Føroyum bara hava eina útgávu av Halleluja-Sofus, sum er snillingur á økinum.

Talan er um kunngerð nr. 46 frá 12. juli 2004 um ellisakfør við heimild í § 13 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av mortorakførum v.m.

Har stendur í grein 1:

»Ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upprunaskap, og er skrásett sum ellisakfar.«

##med2##

Í grein í Bilblaðnum í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í morgin, greiðir Sofus í Horni Hansen frá sínum trupulleika. Hann vísir á, at Akstovan tulkar kunngerðina um ellisakfør so stramt, at einki ber til hjá honum, og tí hevur hann fyri tveimum árum síðani vent sær til Fíggjarmálaráðið um at broyta kunngerðina, sum hann heldur raka skeivt. Men hann hevur einki svar fingið.

– Av tí, at orðingin »upprunaskap« verður strangt tulkað sum verandi »orginalt«, verður við hesum mælt til, at broyta orðingina »hevur upprunaskap« til »er upprunakent« soleiðis, at rúm verður fyri skilagóðum metingum í mun til søguna hjá hvørjum einstøkum akfari, umframt aðrar serligar umstøður, skrivaði Sofus í Horni Hansen í brævi, sum hann sendi Kristinu Háfoss, táverandi landsstýriskvinnu í fíggjarmálum fyri tveimum árum síðani. Sofus frætti tó einki aftur um málið.

Skal Sofus í Horni Hansen skráseta gomlu bilarnar, so skulu teir skrásetast sum vanligir bilar og harvið rinda fult veggjald og trygging. Um teir verða skrásetti sum ellisakfør, so fellir veggjaldið burtur. Tað kann blíva til nógvar pengar, tá talan er um fleiri bilar – og bilar, sum sjáldan eru úti á almenna vegnum, tí teir standa fyri tað mesta innandura, og tí er tað ein stórur eykakostnaður at hava teir skrásettar við nummarplátum.

Um teir hinvegin vórðu skrásettir sum ellisakfør, so kundu allir havt plátur, tí so var útreiðslan bara lógarkravda ábyrgdartryggingin, sum ikki er dýr fyri ellisakfør, tí felagið Føroya Ellisakfør hevur góða avtalu við tryggingarfeløgini um tað.

Meira kann lesast í Bilblaðnum hjá Sosialinum, sum verður borið í hvørt hús saman við Sosialinum í morgin. Greinin kann eisini lesast her:

##med3##