Nú ber til at lata listaverk til framsýningina og uppboðssøluna sum Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri á norðoyastevnu. Á norðoyastevnu skipar Norðoya Bjargingarfelag fyri tiltaki, har málningar verða sýndir fram og síðani seldir á uppboðssølu.
Felagið sigur við Portalin, at bæði kend og minni kend listafólk eru vælkomin at lata verk ókeypis til tiltakið, har inntøkurnar fara óskerdar til Norðoya Bjargingarfelag.
Norðoya Bjargingarfelag er eitt frívilligt felag, ið millum annað eigur og rekur bjargingarbátin ?Ziska?. Hetta er ikki ókeypis og felagið hevur ongar fastar inntøkur. Tó verður stuðul latin frá bæði privatum og frá tí almenna. Men hetta er ikki altíð nóg mikið til raksturin av felagnum. Tí roynir felagið á henda hátt at fáa meira pengar til vega til at keypa og endurnýggja útgerð fyri.
Tey, sum hava hug at lata listaverk til framsýningina og uppboðssøluna, eru vælkomin at siga frá á tlf. 22 41 48 ella at skriva til ziska@rescue.fo.
Øll listaverk eru vælkomin, tað verði seg málningar, tekningar ella aðrir listarligir lutir, sigur Norðoya Bjargingarfelag við Portalin.