Ernst Sondum Dalsgarð leggur fyri við at framføra verkið "Bara at vera", har Niels Uni Dam eigur orðini og Tróndur Bogasson tónleikin. Síðani býður Birgir Kruse formaður í stýrinum vælkomin og Heðin Mortensen næstformaður í Umboðsráðnum setir stevnuna. Báðir handa komandi formonnunum, Helgu Hjörvar og Karini Kjølbro, ávegis reglugerð fyri Listastevnu Føroya. Síðani syngur Elsa Waage "Erdas Warnung" og "Traume" eftir Richard Wagner. Tórshavnar Manskór við nærum 40 sangarum framførir undir leiðslu av Bjarna Restorff "Regin Smið" við paukum og elgittara, sum áviksvíst Kára Olsen og Ólavi Jacobsen leika á. Týsdagin byrja Norðurlandsku Sjónleikaradagarnir, sum eisini eru partur av Listastevnuni. Í hesum sambandi framførir føroyska umboðið í norðurlendska sjónleikarasamstarvinum, Laura Joensen, røðu. Eftir røðu hennara, verður vinnarin í leikritakappingini um besta útvarpsleikin kosin. Seinasta hálva tíman av setanini eiga seks føroyskir sniðgevar - designarar - sum við modellum, tónleiki og ljósi fara at sýna fram tað nýggjast innan mótadesign. Tilsamans varar setanin hálvan annan tíma.










