Listastevnan loksins liðug

Listastevnan 2002, sum byrjaði tann 3. august, endaði loksins sunnukvøldið. Fyrireikararnir eru væl nøgdir við úrslitið, men tó glaðir fyri, at alt tað strævna arbeiðið er yvirstaðið

Sunnukvøldið varð lagt upp fyri tí heilt stóra brakinum á Listastevnuni 2002. Edda ? Feigdargullið við leikbólkinum Sequentia úr New York skuldi á pall, og harvið eisini seta eitt punktum fyri Listastevnuna 2002.
Fyrireikararnir eru stak væl nøgdir við úrskurðin av Listastevnuni í ár.
? Tiltøkini hava verið væleydnað, bæði artistiskt og hvat áskoðarum viðvíkur, sigur Birgir Kruse, sum var formaður í stýrinum fyri Listastevnuna 2002.
? Hetta hevur verið sum ein stór ynskikonsert. Nøkur tiltøk hava verið útseld, harav næstan øll sjónleikatiltøkini.
Stýrisformaðurin nevnir eisini, at nógvar positivar afturmeldingar hava verið um millum annað norska sangaran Sigvard Dagsland og Runrig.
-? Fá kendu norska sangaran frammanundan,og eg haldi, at tey flestu vóruðu væl nøgd við hansara framførslu.
? Tað hevur annars eydnast okkum, at hava eitt breitt úrval av tiltøkum. Flestu tiltøkini vórðu eisini væl fyrireikað. Men ein kann siga, at tað er ein ?lætti? at Listastevnan nú endiliga er liðug, og vit kunnu fara í holt við okkurt annað, sigur Birgir Kruse.
Stýrisformaðurin skal annars til Noreg fyri Norðurlandahúsið í morgin, mikudagin, har hann skal luttaka á einum filmfestivali . Norðurlandahúsið fer undir at gera okkurt við film næsta ár, og nú eru tey boðin við til hendan festivalin, har allir filmsframleiðararnir í Norðurlondum luttaka.
Birgir Kruse, sum hevur verið formaður í stýrinum fyri Listastevnuna, er nú næstformaður, meðan Helga Hjørvar er formaður fyri Listastevnuna 2003, sum verður í døgunum 7. ? 17 august.