Listastevnan hongd upp á Hafnia

Fólk frá Tórshavnar Sløkkiliði og reklamuvirkinum Team 85 baksaðust í gjár við at fáa ein fjøruti fermetrar stóran reklamudúk upp á veggin á Hotel Hafnia.
Tað er Listastevnan 2004, sum ger vart við seg sjálvan á ein øðrvísi hátt á higartil størsta reklamudúki, sum nakrantíð er gjørdur í Føroyum.
Við hesum dúki hangandi beint oman fyri Áarvegin vónar Listastevnan uttan iva at fáa ein ólavsøkugest ella tveir eitt skeita uppeftir og geva Listastevnuni, ið byrjar eina viku seinni, ein tanka.
Arbeiðið at fáa dúkin upp at hanga gekk væl, og á Áarvegnum kundu leiðarin av hotellinum, Martin Restorff og annar av eigarunum Johan Restorff, væl nøgdir hyggja at, meðan hotelveggurin fyri fyrstu ferð varð brúktur sum reklamusúla.
Sum kanska ikki so fá havnarfólk minnast hevur sami veggur tó einaferð fyrr verið nýttur til okkurt slag av framsýning, men tað er longu langt síðan nú.
 
Ein gamal miðil
Alsamt fleiri uttandura lýsingar prýða, ella, alt eftir hvat eyga sær, misprýða størru býirnar í landinum. Uttandura veggir á tætt fólkaðum støðum munnu vera elsti lýsingarmiðilin yvirhøvur, men tá bløð fingu litir og, ikki minst, tá sjónvarpsstøðir fingu loyvi at senda lýsingar, minkaði áhugin fyri vanligum veggjum.
At reklamuvirkir og lýsarar nú aftur eru farin at vísa væl plaseraðu veggjunum áhuga er partvís av peningaligum orsøkum og partvís av tí, at fólk hava vant seg við at skeita framvið lýsingum í bløðum og skifta kanal, tá lýsingar fara yvir sjónvarpsskermin.  
Her á landi er tað serliga reklamuvirkið Team 85, sum hevur dúvað uppá uttandura lýsingar. Team 85 umsitur lýsingarplássini á øllum býarbussunum í Havn og hevur eisini fleiri skeltir ymsastaðni.