Nú eru bert fýra dagar eftir av 16 daga longu Liststevnuni, sum byrjaði tann 3. august. Men enn er hon ikki liðug, og so verri enn so. Nú setir Liststevnan skjøtil á tær stóru sagnirnar. Tær um Sjúrð, sum vá á Orminum, um bannaða gullið úr Rín og um Beowulf.
Í dag, hósdagin, klokkan 17.00 fer íslendski lektarin, Heimir Pálsson at greiða frá um Eddukvæðini í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Hesi kvæðini vórðu skrivað av íslendingum í umleið ár 1275.
Eisini greiðir íslendski lektarin frá um granskingarúrslit og hugleiðir um mál og viðurskifti, sum kunnu tykjast ógreið, men sum hann tó hevur eitt boð um.
Ein hugsan lektarans er, at kvinnurnar hava hildið lív í søgunum, meðan menninir hava verið í bardaga.
Heimir Pálsson hevur verið ráðgevi hjá New York bólkinum, Sequentia í samband við Edduframførslur kring heimin.
Sjúrðakvæðini
Fríggjadagin klokkan 17.00 fer Eyðun Andreasen, professari og dr. phil., at samnbera søgurnar í íslendsku Eddukvæðunum við føroysku Sjúrðakvæðini. Eisini samanber Eyðun málsligan og annan skyldskap millum føroyska kvæðayrking og norrøna skaldskapin á bundnum máli. Hesin sami fyrilestur verður eisini hildin í Klaksvík sunnudagin klokkan 16.00.
Hesir báðir fyrilestrarnir hjá Eyðuni og Heimir eru knýttir at stóru Edda-framførsluni í Norðurlandahúsinum, hjá Sequentia. Hon verður í Høllini leygarkvøldið og sunnukvøldið.
Hóskvøldið klokkan 19.30 fer Benjamin Bagby at framføra leikin "Beowulf" á gamla Meiarínum í Havn. Benjamin Bagby, sum er leiðarin í leikbólkinum Sequentia, spælir og kvøður hetjukvæði Beowulf við hørpu og dolki. Hetta er einasta søgnin, sum er varðveitt á fornenskum máli.
Beowulf er hetjan, sum skal hjálpa danska konginum Hrothgar í stríðnum ímóti ódjórinum Grendel.
Eddu-framførslan er størsta tekniska avbjóðing, Norðurlandahúsið hevur verið fyri síðani húsið varð tikið í brúk fyri skjótt 20 árum síðani. Umframt alskyns talgilda tøkni, skulu jarnbreytaskinnarar festast í gólvið.
So tað verður ein spennandi finala í Norðurlandahúsinum hjá Listastevnu Føroya leygarkvøldið og sunnukvøldið.










