Listastevnan í Gallarí Oynni

Listastevnan hevur tiltøk uttanfyri høvuðsstaðin og hósdagin 8. august letur upp framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri, har Preben Boye og Zakarias Heinesen sýna fram

Listastevnan 2002 er í hæddini. Norðurlandahúsið er karmur um flestu tiltøkini, men eisini kring landið gongur ymiskt fyri seg.
Hósdagin letur upp framsýning í Gallarí oynni á Tvøroyri, ið vanliga samstarvar við Norðurlandahúsið. Talan er um myndhøggaralist og málningalist.
Tað eru Preben Boye og Zakarias Heinesen, ið sýna fram. Zakarias Heinesen kenna vit sum ein av okkara fremstu núlivandi listarmonnum. Hann sýnir fram bæði úti og heima, og málningar hansara eru væl dámdir og ganga sum heitt breyð. Málningar hansara eru eyðkendir. Sagt hevur verið, at hann við list síni málar flótandi oyggjar. Og hóast hann, sum flestu í sínum ættarliði, nýtir føroysku náttúruna sum myndevni, so flytir hann seg og hann er egin.
Preben Boye er millum fremstu myndahøggarar í Danmark. Hann er føddur í Reykjavík í 1944 og er útbúgvin verkfrøðingur. Hann heldur til í Torup í Danmark. Hann hevur havt sýningar í Danmark og í Føroyum, og eisini hevur hann havt sera nógvar uppgávur at prýða bygningar og annað. Hann sýnir fram list úr bronsu og gróti.
Gallarí Oyggin, sum Palle Julsgart rekur, fegnast um at hava fingið slíka vitjan. Fernisering er hósdagin klokkan 15. Framsýningin er opin frá 8. august til 8. september.