Í hesum døgum verður Listastevnan hildin á triðja sinni. Tað er ikki ov nógv sagt, at stevnan árini frammanundan hevur sýnt seg at vera eitt frálíkt tiltak, ein succés. Alt bendir á, at stevnan í ár verður minst líka fjølbroytt, spennandi og hugtakandi sum árini frammanundan.
Her eru tiltøk sum Hitt ósjónliga sirkusið hjá Victoriu Chaplin og J.B. Thierrée, írskt drama við Siamsa Tiré, rokktónleikur á hægsta altjóða støði, vinnarin av norðurlendsku tónleikavirðislønini, samiska Mari Boine, nicaraguanska Katia Cardinal, rithøvundinm Fay Weldon, opera úr Kgl. Leikhúsinum, Kingo, fullveldis-filmur og aðrir filmar, norsk-paistanska Shabanu Rehmann við stand up-leiki, flamskt drama, føroysk skaldakapping, og mangt mangt annað gott ? ikki minst føroyskt listarligt tilfar so sum nýskrivaður tónleikar og føroysk listafólk.
Listastevnan er eitt genialt hugskot, ið hevur uppiborið dyggan almennan og privatan stuðul eins og stóra undirtøku. Stevnan er eitt stórfingið tilboð til føroyska áskoðaran ? eitt tilboð, sum ikki býðst á hvørjum degi. Her hava fólk eitt einastandandi høvi at ogna sær framúr-skarandi listarligar upplivingar, og vónandi fara heilt nógv at nýta hetta høvið.
Men Listastevnan er annað og meira enn eitt hugskot og eitt tyssi av frálíkum og áhugaverdum listarligum tilboðum á hægsta altjóða støði. Stevnan er samstundis ein avbjóðing til føroyska áskoðaran, til føroysk listafólk og øll, sum arbeiða við mentan og list her á landi. Við listastevnuni kemur altjóða list av álvara á føroysku føroysku dagskránna. Vit møta listarligum upplivingum, sum fara at nema okkara hjørtu og fara at gera okkum bilsin. Føroysk listafólk fara at fáa avbjóðingar og íblástur og kunnu mennast og styrkjast av at møta allari hesi dygdargóðu list uttaneftir. Hinvegin er einki at ivast í, at gestirnir eisini kunnu læra nakað av okkara listafólkum og av okkara lista- og mentanarumhvørvi eins og gestirnir kunnu fáa nýggjan íblástur av landi, fólki og mentan. Vit ynskja øllum útlendskum listafólkum vælkomnum til Føroya og ynskja føroyingum eina góða og ríka listastevnu.