Listastevnan alstóran týdning

? Vit sóu, eftir at Fay Weldon hevði verið her, at hon skrivaði eina orðing í eini bók hjá Gunnari Hoydal. Eivør fekk somuleiðis eitt gott og varandi samstarv við svenska bólkin 'The Real Group', sum vóru her í 2002. Spennandi verður at síggja, um ringar eisini fara at breiða seg frá hesi listastevnuni, sigur Oddvá Nattestad, fyrireikari

? Eg má siga, at listastevnan eydnaðist so sera væl. Yvir allar forvæntningar, sigur Oddvá Nattestad. ? Vit sita júst og arbeiða við at telja upp, hvussu nógv fólk hava verið til øll hesi ymisku tiltøkini. Tað var jú so óalmindiliga nógv á skránni um alt landið, sigur hon.
Hon sigur, at tey allarflestu tiltøkini vóru betri vitjað enn frammanundan væntað. Okkurt var so eisini, sum hinvegin ikki var so nógv vitjað. Men sum heild eru tey ovfarin av undirtøkuni.

Føroyskt og útlendskt
? Jethro Tull og Kiri Te Kanawa seldu út á sínum konsertum, men føroysku Teitur og Eivør vóru beint í hølunum á teimum, við bert nøkrum fáum plássum eftir. So tað er ilt at meta um, hvørt tey útlendsku ella tey føroysku nøvnini drógu fleiri áskoðarar, sigur Oddvá. Hon sigur víðari, at tað tyktiskt sum um føroyingar vóru ógvuliga glaðir fyri at sleppa at uppliva Teit og Eivør, sum nú fyri tað mesta spæla í útlondunum, á palli her heima aftur.
Oddvá sigur, at tey tiltøkini, ið ikki vóru serliga væl vitjað, verða tó ikki sloyfað av skránni í næsta ár. ? Leygarkvøldið var t.d. ein orgulpianistur úr Noregi, sum spældi í Fuglafirði. Har vóru ógvuliga fá fólk, men tað var ein fantastiska góð konsert. Tað sama var við marionett-teatrinum úr Tblisi, sum var niðri á Meiarínum. Fáir áskoðarar, men ófatuliga gott teatur. Tey fáu, sum vóru til hesi tiltøkini fingu veruliga nakað burturúr. Og tað er júst ætlanin við listastevnuni. Øll skulu fáa nakað burturúr, eisini tey, sum hava áhugamál, ið skilja seg frá fjøldini. Vit fara eftir kvaliteti til øll, sigur Oddvá.
Fyrireikararnir royna hvørt ár at fáa so nógvar listagreinir sum gjørligt við á listastevnuna. ? Vit royna at hava eina fjølbroytta skrá, har tað eisini er okkurt fyri børnini, greiðir Oddvá frá.

Komandi stevna
Tað eru Norðurlandahúsið og býráðið, ið skiftast um at hava formansskapin í stýrinum fyri listastevnuna. Í ár var tað býráðið, ið hevði formansskapin, so komandi ár eigur Norðurlandahúsið tørn. 1. februar verður nýggjur stjóri settur, so enn er ógreitt hvør verður formaður fyri stevnuni komandi ár.
? Tað eru altíð ótrúliga nógv fólk um tiltakið, og vit royna altíð at fáa so nógv umboðað sum gjørligt. Men tað eru eisini nógvir áskoðarar, sum rætta okkum eina hjálpandi hond. Tað eru nógv, sum hava verið uttanlands og sæð eitthvørt hugtakandi ella spennandi listarligt tiltak, og so greiða tey okkum frá um tað. Soleiðis, at vit skulu hava ein møguleika at kanna tað, og møguliga fáa tað hendanveg, sigur Oddvá. Hon sigur, at tey eisini fáa sera nógvar fyrispurningar frá útlendskum listafólki, ið hava hoyrt um listastevnuna, og sum ynskja at luttaka. ? Eisini eru tað fleiri, ið vísa á hvat kundi verið gjørt betri ella ørðvísi eina aðru fer, og tað taka vit sjálvandi til eftirtektar. Stevnan skal jú halda á at menna seg og gerast betur ár um ár, sigur hon.
15. september fer stýri fyri listastevnuna at byrja at arbeiða við komandi stevnu. ? Vit hava nøkur ynski og vit fara so smátt at byrja at stinga út í kortið. Tað er eitt stórt puslispæl, sum skal fáast at passa, men nú tora vit betur at satsa, tí nú hava vit sæð ár um ár, hvussu góð undirtøkan er. Og tað er tað sama við sponsorunum. Teir tora betur at líta á okkum og satsa, sigur Oddvá.
? Sum sagt, so fara vit at seta okkum niður 15. september og byrja at stinga út í kortið, hvat skal henda á næstu listastevnu. Væntandi verður ein skrivikapping, tí undirtøkan fyri tí vísir seg at vera óalmindiliga góð. Men tað er einki avgjørt enn. Eitt tiltak er tó longu fastlagt. Í samstarvi við Tivoli Management hava vit fingið Barbara Hendrix at koma higar, so tað verður ógvuliga spennandi, sigur Oddvá Nattestad at enda

Stevnan 2004
? Stevnan hevur gingið ótrúliga væl, og alt hevur verið í einum positivum anda. Eg haldi, at øll eru nøgd. Men eg má takka øllum stuðlunum so innarliga, tí uttan teir gjørdist lítið.
? Nú verður spennandi at síggja um listastevnan 2004 eisini fer at breiða sínar ringar inn í framtíðina. Á listastevnuni í 2002 fann Eivør saman við The Real Group úr Svøríki, og nú hevur hon júst verið á turné har yviri í samstarvi við tann bólkin. Høvundurin Fay Weldon var her, og nakað seinni gav Gunnar Hoydal út eina bók, har Fay Weldon skrivaði eina orðing. Listastevnan er við til at byggja brýr og samstørv, og tað verður spennandi at síggja, um nakað fer at spyrjast burturúr hesi stevnuni eisini, sigur Oddvá. ?Í øllum førum vóna og vænta vit, at bæði okkara føroysku listafólk og tey, ið komu úr útlondunum at sýna fram sína list, hava fingið íblástur til at halda á at skapa.