Sandur: Tað sum fyri mong tóktist meiri sum eitt gott hugskot, verður nú til veruleika.
Tað kom fram fyrr í ár, at heimasandsmaðurin Sofus Olsen hevði í hyggju at lata listarverk úr sínum egna savni til eitt listasavn í føðibygdini.
Hetta málið hevði sum vera man almennan áhuga, og fyri kommununa á Sandi var hetta eisini eitt mál, sum varð møtt við opnum ørmum.
Í summar var so farið undir at grava út fyri økinum miðskeiðis í bygdini, og týsmorgunin kom so ein stórur lastbilur við teirri forskallingini, sum brúkast skal til sjálvt stoypiarbeiðið.
Heldur tíðarætlanin við byggingini, so er ikki óhugsandi, at hetta forkunnuga listasavnið fer at standa liðugt áðrenn ársskiftið.
- Tað er so í øllum førum ætlanin, sigur borgarstjórin, Páll á Reynatúgvu við Sosialin.
Kommunan fer sjálv at lata 200.000 kr. í stuðli til ætlanina, sum íalt fer at liggja um 2 mió. kr.
Ljós høli
Sofus Olsen hevur áður sagt, at hann hevur arbeitt við hesi ætlanini í eini fimm ár.
Hann ynskti nevniliga at verða liðugur við allar fyrireikingarnar áðrenn hann fór víðari við ætlanum sínum.
Sum skilst er ætlanin at hetta listasavnið skal hýsa málningum, harav fleiri teirra eru eftir kend føroysk listarfólk. Hetta er helst tað mest forkunnuga privatsavnið her á landi.
Savnið verður í tveimum hæddum, sum verða klæddar við viði eins og ljósviðurskiftini verða góð. Tað kemur at liggja mitt í bygdini á einum grundøki, sum Sofus sjálvur eigur.
Tað er byggifelagið Articon, sum stendur fyri arbeiðinum.
Fyrst savn síðani skúli
Borgarstjórin á Sandi fegnast eisini um hetta savnið. Hetta fer í fyrstu atløgu at geva fólki møguleika at síggja øll hesi verkini, og síðani at geva listafólkum møguleika at arbeiða undir góðum umstøðum.
- Eg ivist tí onga løtu í, at hetta listasavnið fer at hava stóran týdning fyri mentanina í okkara bygd, men eisini fyri mentanina í allari oynni, hevur hann áður sagt við Sosialin.
Hetta verður samstundis fyrsta veruliga listasavnið uttanfyri høvuðsstaðin. Og her verður eisini ein verkstova, har listarfólk fáa møguleika at útfolda seg við sínum gávum.
Hinvegin so er eisini mong, sum vóna at listasavnið fer at birta upp undir aftur tjakið um ætlaða listaskúlan á Sandoynni.