Fólk í listarliga umhvørvinum stúra fyri, at innkeypspolitikkurin hjá Listasavni Føroya fer at fáa álvarsligar avleiðingar. - Longu nú er eitt stórt hol í samlingini av føroyskari samtíðarlist hjá Listasavninum, sum kann enda við, at vit fáa eina fullkomiliga skeiva og misvísandi mynd av føroyskari myndlistasøgu, sigur Hansina Iversen, listakvinna, við Sosialin í dag.
Saman við 26 øðrum fólkum í listaumhvørvinum mótmælir hon í opnum brævi, at setanin av sitandi leiðara á Listasavninum nú verður longd. Í brævinum vísa tey á, at tað hevur álvarsligar avleiðingar fyri støðið á Listasavninum, at leiðarin onga listafakliga útbúgving hevur.
Í tíðindasendingini í Kringvarpinum á døgurða vísti Kinna Poulsen, listaummælari á, at sitandi leiðarin er í ferð við at tøma Listasavnið fyri samtíðarlist.
Ársfrágreiðingar hjá Listasavninum vísa, at av teimum 122 listaverkunum, sum savnið keypti frá 2005 til 2008 eru bert 10 frá listafólkum í Heystframsýningarbólkinum, sum telur tey flestu av teimum virknastu yrkislistafólkunum í Føroyum
Hvørki stýrisformaðurin fyri Listasavnið, Martin Næs, ella mentamálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø, kenna nakað til skeivleikar í listarligu umboðani á Listasavninum.
Mentamálaráðharrin lovar tó at kanna málið nærri
- Skeivleikar í listarligu umboðani eiga í øllum førum ikki at koma fyri. Um tað er hent, má tað fáast í rættlag, so hatta má eg kanna nærri, sigur hon við Sosialin í dag.
Leiðarin á Listasavninum, Helgi Fossadal, vil ikki gera viðmerkingar til málið










