Hóast byrjanin var nakað baldrut, er farna stýrið fyri Listasavnið sum heild væl nøgd við gongdina á savninum seinstu fýra árini og tey tiltøk, sum eru stungin út í kortið
Í skrivi greiðir stýrið frá, at tað tók við í 2005 var neyðugt við skjótum avgerðum fyri at tryggja stovninum framhaldandi virkismøguleikar.
.
Savnað og skrásett
Hesi seinastu árini eru nýggj verk javnan keypt, eins og nøkur eldri verk komin í savnið.
Kortini røkkur játtanin ikki til at tryggja savninum tey mest týðandi verkini, tá hesi eru tøk.
Arbeitt hevur verið við at fáa eina skipan í lag til hetta, óhefta av vanligu rakstrarjáttanini.
Hetta kann hava stóran týdning, um savnið skal menna seg til sum tjóðarsavn, har tað besta
er til skjals. Eisini hevur savnið hevur sett í verk tilgongdina til at varðveita listaverkini hjá Føroya Banka sum almenna ogn í sambandi við einskiljingina.
Hartil er ein fullfíggja teldutøk skráseting av øllum verkum hjá savninum er gjørd. Verkini er skrásett, merkt, avmyndað, og staðfest er, hvar tey eru at finna. Hetta hevur vantað, og er ein
sjálvsagdur táttur í savnsarbeiðinum.
Hetta skeiðið eru fleiri av høvuðsverkunum er umvæld av fólki við neyðugum førleika. Sum dømi kann nevnast, at flestu málningar eftir Mikines eru konserveraðir hesi seinastu árini. Eisini eru øll verk tryggjað sambært skrásetingini eftir virðismeting av hvørjum einstøkum verki.
Framsýning
Í Listaskálanum er fasta framsýningin, ið er umskipað nakrar ferðir. Harumframt eru skiftandi framsýningar við føroyskum og útlendskum listaverkum.
Miðað verður ímóti fjølbroytni við at framsýna nýggj og eldri verk, fleiri listafólk saman og
einsæris, føroysk og útlendsk, eldri og yngri. Tað gleðiliga er hent, at eitt ungt og spennandi
ættarlið hevur verið umboðað á fleiri framsýningum.
Kunning og gransking
Savnið hevur verið virkið við umfatandi bókaútgáva, rundvísingum og fyrilestrum. Serligur
dentur hevur verið lagdur á kunning til børn í skúlaaldri og yngri. Fólk eru sett at taka sær av
hesum, og tað fyrsta skrivliga tilfarið komið.
Málið er at fáa skipaða gransking í lag, við savninum sum natúrligum miðdepli. Arbeitt hevur
verið við hesum, og vónandi er hetta eitt øki, ið tað fæst meira rúmd til. Skráseting og útgáva,
sum verður framd av savninum, eru skorður undir hesi gransking.
Fígging og umstøður
Nógv orka fer við at tryggja stovninum best møguligar fíggjarkarmar. Eftir umstøðunum hevur
hetta gingið rættiliga væl í hond, tí tað frá nógvum ymiskum síðum er áhugi fyri virkseminum
á savninum. Men fleiri uppgávur kundu verið loystar betri, um meira rúmsátt var fíggjarliga, ásannar farna stýrið.
Á savninum er plásstrot, tá talan er um framsýning t.d. størri framsýningar og serlig listaverk,
hvussu grafikkur kann framsýnast uttan at taka skaða, tørvur er á goymslum, plássi til upp- og
niðurpakking, frálæru, gransking og rúm til ymisk onnur endamál. Tørvur er á at vissa
forsvarligt inniklima, og at trygdin er nøktandi.
Savnið er farið undir eina verkætlan at fáa útbygt. Byggimøguleikar eru lýstir, og á hesum
grundarlagi eru samráðinar tiknar upp við Tórshavnar Kommunu og Skógfriðingarnevndina
um, hvussu ein útbygging kann skipast.
Manningin á savninum er lutfalsliga lítil, eisini samanborið við søvn av líknandi stødd aðrastaðni. Tí hevur tað havt týdning, at starvsfólkið hevur neyðugar fjølbroyttar førleikar, serliga innan fyrisiting, listfrøði og t.d. miðlan.
Í farna fýraáraskeiði var stýrið fyri Listasavnið mannað við hesum limum:
Jógvan Páll Lassen,formaður, tilnevndur av Mentamálaráðnum, Hildur Eyðunsdóttir,tilnevnd av Tórshavnar Kommunu, Sigrun Gunnarsdóttir, tilnevnd av Føroysk Myndlistafólk, Árni Winther, tilnevndur av Listafelagi Føroya
Tann 1. apríl 2009 tók nýtt stýri við sambært viðtøkum fyri Listasavnið.