Listasavnið eigur nú Bládýpið

List: Tróndur Patursson fer nú at umvæla listaverkið Bládýpið, sum síðan verður formliga latið Listasavni Føroya sum gávu

Umsíðir er framtíðin hjá listaverkinum Bládýpinum tryggjað.
Bládýpið er bingjan, klødd innan við glasverkum, sum Tróndur Patursson gjørdi til eina stóra bingjuframsýning í Keypmannahavn í 1996.
Síðan 1997 hevur Bládýpið staðið vestan fyri listasavnið, er onkun tíð lænt út, men ikki havt nakran veruliga góðan.
Nú er so eydnast Tróndi Paturssyni og listasavninum at gera eina avtalu um Bládýpið.
Avtalan sigur, at Listasavn Føroya skal taka ímóti Bládýpinum sum gávu frá Tróndi Paturssyni.
Men fyrst má Bládýpið umvælast. Nógv glas er brotnað, jarnið er rustað, og haraftrat hevur verkið fingið mangan snuddin, tá ið tað hevur verið burturi og ferðast.
Upprunaliga var tað Norðurlandahúsið, sum lønti Tróndi Paturssyni fyri at gera Bládýpið, og avtala er nú gjørd um, at Norðurlandahúsið rindar listamanninum fyri at umvæla verkið.

Umvæling á skipasmiðjuni
Bládýpið er flutt út á skipasmiðjuna, har Tróndur Patursson komandi mánaðirnar fer at arbeiða við at umvæla verkið. Tað arbeiðið verður ikki liðugt fyrr enn seint í heyst ella komandi vár, sigur Tróndur Patursson.
Eins og listamaðurin er Helgi Fossádal, stjóri á Listasavni Føroya fegin um avtaluna.
Tað bar ikki til, at verkið bara varð standandi, tí tað var beinleiðis vandamikið fyri fólk at fara inn í. Børn spældu eisini har, tá ið bingjan enn stóð opin.
Helgi Fossádal sigur, at nógvar misskiljingar hava verið í málinum. Líka til nú hevur Tróndur Patursson átt verkið, og tí skrivaði hann til hansara og bað hann flyta verkið burtur vegna vantandi trygd.
Í mars í fjør samtykti nevndin fyri Listasavn Føroya at savnið skuldi taka ímóti Bládýpinum sum gávu, men ikki í so ringum standi sum tað var í.
So skjótt sum verkið er liðugt umvælt, verur tað flutt aftur til listasavnið og verður tá partur av føstu framsýningini. Ikki er endaliga avgjørt, hvar tað skal standa, sigur Helgi Fossádal.