Listasavn Føroya 25 ár

Sjálvsognarstovnurin Listasavn Føroya verður 25 og verður hetta hildið sunnunnudagin.

Sjálvsognarstovnurin Listasavn Føroya verður 25 og verður hetta hildið sunnunnudagin 16. november klokkan 13 til 17 í hølunum við viðarlundina í Gundadali í Havn.

 

Skráin fyri dagin er henda:

 

Kl. 13-15: Mítt yndislistaverk

Fólk, ið hava áhuga í list, siga frá sínum yndislistaverki


Kl. 15-16: Listasavn Føroya í framtíðini

Árni Winther Arkitektar greiða frá

 

 

Kl. 16-17: Tá Listasavn Føroya varð stovnað

Bárður Jákupsson, fyrrverandi leiðari, hugleiðir um, tá Listasavn Føroya gjørdist sjálvsognarstovnur

 


Savnið bjóðar lagkøku og kaffi og øll eru vælkomin boðar Listasavnið frá.