- Eg vildi ynskt, at eg hevði sett meg betri inn í søgugongdina, men tað merktiskt beinanveg, at talan var um listarverk á høgum støði, bæði sangur og spæl, sigur Ólavur Hátún.
_ Tað sermerkta var, at tey vóru so glað fyri at vera har og fyri samveruna við áhoyrarafjøldina, ið var løtt og livandi og livdi við frá byrjan til enda, og birti undir tey á pallinum, so tey á mangan hátt yvirgingu sjálvan seg. Og orkestrið leikti sera væl og kom hendaveg at leika fyri okkum ókeypis og tey fegnaðust um framúr góða úrslitið, metir Ólavur Hátún.
Myndugleikarnir fáa eyguni upp
- Fyri okkum er tað ein stór uppliving, at síggja eina lítla tjóð sum Ísland, sum hevur altjóða støði á hesum økinum. Vit eiga at vita, at tað, ið íslendingar megna, tað megna vit eisini. Tað hevur týdning at fáa íblástur og vónandi síggja umboðini fyri landsins myndugleikar, ið vóru hjástødd, hvat íslendingar fáa burturúr sínum íløgum í hetta og teir gera framvegis íløgur, sigur Ólavur Hátún.
- Skal ein samanbera við heimlig viðurskifti, so eru vit glað fyri, at vit hava Musikkskúlan. Men hann liggur í andaleypi. Tá eg byrjaði í 1985 vóru 25 lærarar og soleiðis er framvegis, sigur fyrrverandi leiðarin fyri Musikkskúlan og minnir á, at íslendingar hava 600 størv og gera framvegis munandi íløgur, ið geva munagóð úrslit.
Opera í Føroyum
Ólavur sigur, at fleiri av íslendingunum, ið eisini áður hava vitjað í Føroyum, hava lagt til merkis, at tað finnast stak góðar sanggávur í Føroyum. Saman við øðrum hevur hann ætlanir um at fáa í gongd sangundirvísing og at seta í gongd opera í Føroyum.
- Tað verður kanska ikki so nógv at byrja við, men eftir førimuni og gangast kann út frá kórvirksemi. Tá t.d. "Skeyk" var fyri einum tveimum árum síðani, var eg skeptiskur, tá so nógv orka og peningur skuldi nýtast uppá hasi ungu í Hoydølum, men eg var hugtikin av teimum evnum, ið liggja í fólkinum, sigur Ólavur Hátún, ið heldur, at vit í ungdóminum eiga virðismikið tilfeingi.
Hann metir framførsluna av Flogmúsini at vera list á høgum støði og eitt upplivilsi - umframt gleðina at vera saman við íslendingum, frændum okkara. Ólavur Hátún minnir á, at vit í Norðurlandahúsinum hava framúr umstøður, og enn sum áður mótmælir hann, at húsið kann køva okkum, men hann heldur, at hetta heldur skal metast sum ein avbjóðing.
Samstarvið við Íslendingar metir hann vera áhugavert og Ólavur, sum bæði hevur arbeiðsroyndir og vinaløg við íslendingar sigur, at teir eru fúsir at koma hendaveg at hjálpa okkum í gongd.
- Men treytin er, at tey, ið játta pening, vísa hesum ans. Vit tosa nógv um mentan, men lata í prosentum nógv minni enn onnur til mentan, so har má ein hugburðsbroyting til, tí eisini aðrastaðir ásannar t.d. vinnan, at mentan hevur týdning, sigur Ólavur Hátún.









