Klokkan tíggju í morgun verður eitt listarverk avdúkað við Hoyvíkstjørn. Listarverkið eitur Uppdrift og tað er Helgi Midjord, sum hevur formað. Um listarverkið sigur listamaðurin soleiðis:
Eggið við fostrinum symboliserar megi, við at tunga rustaða stálketan hevjar seg upp móti himli.
Ketan, sum bindur nalvastrongin, ið førir niður til okkarafelagsmóður, Móður Jørð, hana, sum vit øll menniskju eiga at taka gott hond um, so at okkara eftirkomarar skulu kunna tilogna sær eitt virðiligt lív á hesi fold, tí uttan hennara grøði og føði vvar einki lív og eingin »uppdrift«.
Ketan sigur eisini frá hvussu týðandi hvørt lið er í lívinum, so sum meiningar, ætlanir, orð, ítróttur, tónleikur, list, virðing, skil, semja, felagsskapir og mangt annað.
At tað bleiv júst hendan myndin, sum festi seg sterkast í mínum hugaheimi, er, at hon er einføld, men tó kann tulkast út í tað óendaliga, og at hon er ikki sørt øsandi fyri eygað, við at tað óveruliga kann gerast verulieiki.
Vónandi gerst hendan standmyndin til veruleika, serliga um hugsað verður um, at eingin sum hendan finst áður.
Skráin er:
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
Jógvan Arge, formaður í mentaqmálanevndini, heldur røðu
Heðin Mortensen og Jógvan Arge avdúka listarverkið
Aftaná verður ein drekkamuður á Tjarnargarði