Fleiri er politisku limafeløgunum eru við at leggja seinastu hond á uppstillingina til løgtingsvalið.
Føroya Væl, valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy hevði 2. og 3. uppstillingarfund gjárkvøldið, og latið er upp í hendurnar á nevndini at fínpussa listan, sum býráðslimurin Anfinn Brekkstein tekur til. Tólv fólk hava játtað at vera valevni, og bíðað verður eftir svari frá tveimum fólkum aftrat.
Norðoya Javnaðarfelag hevði uppstillingarfund mánakvøldið, men listin varð ikki gjørdur liðugur. Fleiri fólk eru í uppskoti, sigur Tummas Lervig, formaður í felagnum. Triði uppstillingrfundur verður næsta mánakvøld.