Allir klassikararnir, onkrir minnið kendir dýrgripir og enntá okkurt nýtt lag var á skránni, tá Tinganest spældi á Listasavninum á Sandi í kvøld.
Millum listaverkini, hjá Frimod Joensen, Mikines, Igálvi av Reyni, Jack Kampmann og nógv onnur, høvdu Føroyameistararnir í Vágasound, Tinganest, sett upp annlegg, forsterkarar og trummusett.
Hóast konsertin var nógv tann harðasta konsertin, sum hevur verið á Listasavninum, so høvdu Tinganest megnað at hildið ljóðið júst tilpass, so ljóðið ikki leyp saman, ella gjørdist ov hart hjá áhoyrarunum.
Tinganest hava eitt serligt pláss í føroyskari tónleikasøgu, og hóast hetta var ein sitikonsert á einum listasavnið so riggaði tað. Fólk vaggaðu við og sungu kendaru sangirnar, har løg sum Uppá tá, Vágagellan, Annan sang og Vágaverk klassikarin 1001 nátt, settu lív í sandingar.
Tinganest vístu tó eisini, at sjálvt um bólkurin hevur nógv ár á baki, so duga teir enn at skriva viðkomandi tónleik. Við nýggja lagnum Nú rýmdi hon, sungu Tinganest um mest umrødda samfelagstrupulleikan seinastu árini, fólkafráflytingina.
Alt í alt var talan um eitt deiligt kvøld á Listasavninum á Sandi.