Listarligt OD-tiltak í Posthúskjallaranum fríggjakvøldið

Operatión Dagsverk bólkurin í Hoydølum fer fríggjakvøldið 5. oktober kl. 19 at halda eitt café-kvøld í Posthúskjallaranum í Miðbýnum í Havn. ?Hetta tiltakið hevur til endamáls at kunna um, hvat OD er, so áhugin fyri hesum hjálpararbeiðnum vónandi verður størri í Føroyum,? sigur Heiða Nolsøe, ið er partur av OD-bólkinum.

 

Við í tiltakinum eru nógv ymiskt

listarligt. Fleiri ung føroysk listarfólk vísa málningar fram, yrkingaupplestur verður, øðrvísi dansur verður vístur fram og so sjálvandi verður eisini feitur tónleikur at hoyra alt kvøldið.

?Vit hava roynt at gjørt skránna so fjølbroytta sum gjørligt, so tað verður vónandi okkurt fyri øll,? heldur Heiða fram. ?Øll listafólkini, sum vísa fram, eru ung, sum hava valt frívilliga at stilla upp til tiltakið. Umframt fleiri næmingar úr studentaskúlanum, fara fleiri kend andlit eisini at vera partur av degnum. M.a. verður populeri tónleikabólkurin Boys in a Band at síggja kl. 24.?

 

Operatión Dagsverk verkætlanin snýr seg í ár um at hjálpa boliviansku guaraníindiánarunum úr teirra slavaríi og av hesari orsøk verður serligur dentur eisini lagdur á Bolivia hetta kvøld. Randi Meitel kemur at halda ein fyrilestur um Bolivia, meðan eitt umboð fyri OD-bólkinum eisini fer at greiða frá, hvussu bólkurin ætlar at arbeiða í ár. Eisini verður ein OD-bás alt kvøld, har man kann nema sær meiri vitan um arbeiðið hjá OD, um man ynskir hetta.

 

Møgulleiki verður fyri at keypa kaffi, køkur o.s.fr. alt kvøldið. Atgongumerkir fyri at sleppa inn kosta bert 30 kr. Allir pengarnir, ið leypa av, fara til hjálpararbeiðið í Bolivia.