Tá ið Hans Pauli Olsen, listamaður, sum hevur verið í Mikladali í meir enn eina viku í sambandi við at reisa standmyndina av Kópakonuni, kom aftur til Klaksvíkar í gjár, gekk leiðin niðan í Christianskirkjuna at síggja listaverkið hjá Edward Fuglø, Jesus úr Nasaret.
Edward greiddi frá, og er tað hvørja ferð hugtakandi at lurta eftir honum, so væl hann hevur sett seg inn í tekstin og ikki minst, tá ið hann greiðir frá teimum nógvu ímyndunum, hann sjálvur hevur lagt inn ymiskar staðir í myndirnar.
Tey lurtaðu hugtikin og høvdu nógv rósandi orð at bera Edwardi og listaverki hansara. Hans Paula dámdi listaverkið sera væl og helt, at tað var eitt skilagott og djarvt val at hava so nógv av heimliga, føroyska umhvørvinum við í listaverkinum og frásagnunum annars.
Tað var sjónligt, at listamenninir báðir høvdu virðing fyri hvørjum øðrum og við teirra listakunnleika gekk prátið leikandi lætt.
Aftaná varð farið upp í kirkjuna at síggja nýumvældu altartalvuna, meðan Ólavur Samson, klokkari, greiddi hegnisliga væl frá kirkjuni og søgu hennara.
Ólavur Samson og Hans Pauli Olsen hava hesa seinastu vikuna havt eitt sera gott og virkið samstarv saman við bonsustoyparanum Jørn Svendsen frá Skulptur Støberiet, nú standmyndin av Kópakonuni varð reist, og takkaðu teir báðir hjartaliga fyri áhugaverda samstarvið, tá ið teir skiltust í kirkjuni.
Orð og myndir: Dávur Winther









