Tað er ikki gerandissjón at síggja listamann við lørifti, pensli og málingatubum úti í náttúruni. Men hósdagin sást ein listamaður til verka vesturi á Eiðinum í Vági.
Tað var Pól Skarðenni. Hann er vanur at nýta henda arbeiðshátt. Hóast stórfingna náttúran á Eiðinum er nógv avmyndað og málað, so hava flestu listamenn óivað avmyndað við fototóli og síðani málað eftir fotomyndini.
Pól Skarðenni vil heldur mála á staðnum. Hann er ein av okkara listamonnum, sum er heldur nýggjur sum navn millum manna, men hann hevur undanvind og tað stendur á hjá honum at fáa alt gjørt, sum hann verður biðin um.
Stílurin er meira ráur og gerast myndirnar tá náttúrligar, men ikki so at skilja, at talan er um list, ið líkist fotomyndum. Heldur er myndevnið viðgjørt og tulkað við ráum strokum og myndirnar verða gjørdar lidnar á staðnum.
- Tað verður líkasum meira ektað, heldur Pól, sum er sjálvlærdur listamaður.
Pól arbeiddi innan byggivinnu í Føroyum og hevði málningalistina sum ítriv. Tá kreppan herjaði leitaði hann aðrar leiðir, og arbeiddi hann m.a. sum verkfrøðingur í Hollandi, har ein uppgáva var at byggja eina eftirgjørda oyðimørk. At gera grót og klettar í betongi og mála teir, so tað sá náttúrligt út.
- Hetta var jú eisini kreativt arbeiði, sigur Pól, og ein skilir, at óivað hevur hetta verið kveikjandi.
Síðani gekk leiðin til Danmarkar og fyri fáum árum síðani aftur til Føroya og tók hann tá pensil aftur í hond.
Klaksvíkingurin býr nú á Vatnsoyrum og málningalistin er ikki bert ítriv, men fulltíðarstarv. Málningarnir hjá Pól Skarðenni eru nevniliga eftirspurdir, so tað stendur á hjá honum at arbeiða undan.
Og tað er ikki av tilvild, at listamaðurin sæst arbeiða í Suðuroynni í hesum døgum. Tann 6. oktober skal Pól Skarðenni nevniliga sýna fram í Gallarí Oynni á Tvøroyri og tað er hesi sýning, ið hann nú arbeiðir við og hevur í huga. Eisini á tøkniliga økinum er talan um framkomnan listamann, so tey sum vilja vita meira, kunnu vitja heimasíðuna www.skardenni.dk










