Lucien Freud, sum var abbasonur tann kenda Sigmund Freud, er best kendur fyri sínar sermerktu málningar av naknum fólki, og vanliga brúkti hann skyldfólk og vinir sum modell. Fyri trimum árum síðani varð málningurin «Benefits Supervisor Sleeping» seldur á uppboði fyri knappar 170 milliónir krónur, og tað var sølumet hjá einum listamanni, sum framvegis var á lívi.
Lucien Freud var føddur í Týsklandi í 1922, men tá nazistarnir komu framat, rýmdi familjan til Bretlands, har Lucien fekk ríkisborgararætt í 1939.
Eitt, sum leingi hevur havt áhuga, og sum enn verður havt á munni, er, hvussu mong børn Lucien Freud átti. Tað sigst, at eingin veit talið, men summar keldur vilja vera við, at hann átti knappliga 40 børn uttan fyri hjúnarlagið.










