Listakunning til ferðafólk

Føroyski listaportalurin fer í summar at kunna á enskum um føroysk mentanartiltøk.

Óivað er listaportal.com millum fremstu netsíður í Føroyum, tá umræður umrøðu at mentanarligum tiltøkum.

 

 

Framsýningar, ummæli og annað finst á síðuni, men í summar verður enn eitt tilboð, ið vendir sær til útlendsk ferðafólk.

 

 

Ovast á breddanum til høgru er komið at standa: art in the Faroe Islands. Her verður kunnað um mentanarlig tiltøk í Føroyum. Hetta verður gjørt á enskum, tí hetta er fyrst og fremst ein tænasta til útlendsk ferðafólk, sum vitja í Føroyum. 

 

 

Um hálvan apríl komu fyrstu greinirnar á enskum á síðuna.