Listafelagið hevur givið út Listakalendaran 2004. Tólv av okkara fremstu myndlistafólkum hava gjørt hvør sína mynd til teir ymsu mánaðirnar í árinum, og stutt frágreiðing er á føroyskum, enskum og donskum um tey ymsu myndlistafólkini.
Listakalendararnir frá 2002 og 2003 vóru væl umtóktir og eru útseldir. Listafelagið sigur, at føroysk myndlist er ein góður umboðsmaður fyri Føroyar, og at hesin kalendarin er teirra háttur at sýna fram og breiða út vitan um føroyska myndlist.
Kalendarin er at fáa í sølubúðum kring landið fyri 148 krónur.