Listagluggin við á Lívsstilsstevnuni

Listagluggin luttekur á Lívstílsstevnuni á Hálsi um vikuskifti. Listafólkini í luttaka á framsýningini eru Edward Fuglø, Zacharias Heinesen, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Kári Svensson. Uml. 40 listaverk eru við á framsýningini - øll eru verkini eru nýggj. Verkini eru eisini at síggja á heimasíðuni hjá Listaglugganum www.listagluggin.fo.

 

Í samband við framsýningin er katalog tøkt við uml. 85 verkum eftir sumu listafólkun, sum eru umboðaði á framsýningini.

 

Framsýningin er opin leygardagin kl. 10.00 - 20.00 og sunnudagin kl. 14.00 - 20.00.