Listafrumframsýning í Føroyahúsinum

Sunnudagin 28. august kl. 15:00-17:00 frumframsýnir Sólvá Gunnarsson Olsen verk síni í Føroyahúsinum.

 

Sólvá er fødd og uppvaksin í Føroyum, og litir landsins spælir ein týðandi leiklut í list hennara. Sólvá nýtir litmótsetningar í sínum listi, fyri at geva listini eitt ávíst brá.

 

Soleiðis sigur hon um listina:

 

Eg arbeiði eftir kensluskoti, og eg veit tí ikki, hvat endaliga úrslitið verður, tá ið eg máli. Ofta ber listin brá av føroysku náttúruni og endar eitt stað ímillum abstraktión og landslag. Eisini er íblástur heintaður í dýpi havsins og teimum høgu fjallatoppunum og teirra veruleika. Myndin sum fæst, tá siglt verður fram við høgu bergunum og hoyrir havið brúsa - og kensluna ein fær av øllum teimum stórfingnu litunum og skapunum.