Hvítusunnudag lat upp listaframsýning í atelierinum hjá Sigrun Gunnarsdóttir og hevur framsýningin verið sera væl vitjað – ikki bara av føroyingum, men eisini av útlendingum og annars ferðandi í samband við ferðamannaskip, ið vitjað hava í Føroyum í summar.
Framsýningin fevnir um 52 listaverk.
Framsýningin hevur opið er fram til hósdagin 31. juli, tá seinasti møguleiki hjá fólki er at vitja framsýningina á Hvítakletsvegi 15 á Eiði.