Tað sermerkta við framsýningini er, at talan er um privatar málningar, sum hanga heima í stovuni, sum verða sýndir fram.
– Í blaðnum høvdu vit ein tátt, har sjóneykan varð sett á privatar samlingar, og vit sóu beinanvegin, at áhugin var serstakliga stórur, sigur Adam Andreasen, sølustjóri hjá Vinnulívinum.
Tískil fór Vinnulívið í gongd við at skipa fyri síni egnu listarframsýning.
– Fyrsta sýningin var í fjør. Undirtøkan var góð. Tá høvdu vit út við 100 listarverk, har meginparturin varð seldur innan fáar tímar, so vit gleða okkum til framsýningina í ár, tí nú hava vit út við 150 listarverk, sigur Hanus Samró, ábyrgdarblaðstjóri.
Úr rúgvuni kunnu nevnast listarverk og malningar eftir eitt nú Mikines, Torbjørn Olsen, Ingálv av Reyni, Zacharias Heinesen, Eyðun av Reyni, Tróndur Patursson, A. Vegghamar.
Listarframsýningin verður í Sjónleikarahúsinum leygardagin og sunnudagin 22-23 mai frá kl.12.00 til 18.00.