Listaframsýning í Hvalvík

Klokkan tvey letur listaframsýning nú tað er mentanarvikuna í Sundalagnum

Mentanarvika er í Sunda kommunu í hesum døgum. Í tí sambandi letur listaframsýning upp í Hvalvíkar skúla klokkan tvey.


Talan er um sjey fólk, ið sýna fram og sum øll hava tilknýti til Sundalagið.


Framsýningin er fjølbroytt og fevnir um bæði fotolist, tekningar, trælist og málningar.


Klokkan fýra í dag verður hugnaløta við brúnna um Stórá, sum er nýggja træbrúgvin, ið bindir bygdirnar á buktini, tað vil siga Hvalvík og Streymnes, saman. Tá verður navnið á brúnni avdúkað, umframt at tónleikur, felagssangur og grilling er á skránni.