Henda mánaðin hevur Jóna Birgit Nattestad listaframsýning í Eik banka í Miðvági
Birgit er útbúgvin lærari og undirvísir í skúlanum á Giljanesi. Harumframt hevur hon eisini tveir teir seinastu vetrarnar undirvíst í list í kvøld- og ungdómsskúlanum í Vága kommunu.
Hon hevur luttikið á kvøldskúla í fleiri ár og eisini fleiri vikuskiftisskeiðum. Tvær ferðir hevur hon verið í Grikkalandi hjá listakvinnu har at nema sær lærdóm innan málningalist, eins og hon hevur nomið sær íblástur á skeiðum í Danmark.
Birgit hevur havt fleiri sjálvstøðugar málningaframsýningar millum annað í SMS og smiðjuni í Lítluvík. Í 2011 luttók hon á Ólavsøkuframsýningi á Listasavni Føroya. Eisini hevur hon sýnt fram saman við øðrum í eitt nú Müllers pakkhúsi, Løkshøll og á vestanstevnum.