Virknir Sansir er evnið á fjølbroyttari og forvitnisligari framsýning hjá Verkhúsinum Virkni, sum letur upp í Mentamálaráðnum mikudagin 18. februar 2009, kl. 15.00.
Framsýningin fevnir um nógvar ymiskar listagreinar. Har eru málningar, lutir úr leiri, veggjaprýði og aðrir lutir úr tøvdari ull, eins og perluprýði, sápur og mangt annað.
Brúkararnir á Virkni eru nógv úti í náttúruni. Har fáa tey íblástur og savna steinar, goggur og aðrar lutir, sum verða nýttir í arbeiðinum á verkstaðnum.
Brúkslutirnir og prýðislutirnir eru settir vakurt upp í ymiskum gluggum, og framsýningin lýsir væl tað, sum brúkararnir á Virkni fáast við í gerandisdegnum.
Tað eru brúkararnir, sum saman við starvsfólkunum á Virkni hava gjørt allar lutirnar.
Til ferniseringina mikudagin spæla tríggir floytuleikarar úr Ælaboganum. Framsýningin er opin mikudagin frá 15.00-17.00 og er síðani opin til páskar í vanligari arbeiðstíð hjá Mentamálaráðnum. Øll eru vælkomin.