Listaframsýningin endar í morgin

Listaframsýningin í nýggja atelierinum hjá Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði endar í morgin. Framsýningin, sum læt upp 1. hvítusunnudag í nýggja atelierinum og framsýningarhølinum á Eiði, er opin í dag og í morgin afturat. Tað var landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, ið setti framsýningina og tónleikabólkurin ?Lady Fire? spældi.

Fyrsta dagin vitjaðu umleið 250 fólk, og síðan hava fleiri hundrað fólk úr bygd og bý leitað sær niðan á Hvítakletsveg 15 at síggja hesa forvitnisligu framsýning í nýggja stásliga bygninginum við útsýni eystur í hav og móti Slættaratindi. Fleiri útlendingar hava eisini hesar dagar leitað sær norður til Eiðis. Framsýningin er opin í dag og í morgin millum kl. 16 og 20.