Komandi tvey vikuskiftini verður listaframsýning í Norðurlandahúsinum. Leygardagin 12. januar klokkan 14 letur málningaframsýningin hjá íslendinginum Bjarna Sigurbjørnsson upp.
Hann er føddur í Íslandi í 1966 og hevur útbúgving frá Listaskúla Íslands og hevur seinni verið á San Francisco Art Institute, har hann varð Master of Fine Arts í 1996. Í San Francisco undirvísti hann eisini saman við professarum sum Sam Tchakalian, Anne Appleby og Julius Hatofsky.
Málningarnir eru abstrakt listaverk, ið eru málað á glas. Hann hevur fyrr sýnt fram í Danmark, Íslandi og USA og hevur fingið sera góð ummæli fyri verk síni.
Framsýningin er í Norðurlandahúsinum til og við 10. februar.
Leygardagin 19. januar klokkan 14 letur ein onnur listaframsýning upp. Tað er framsýningin hjá dananum Lone Schmidt, ið nevnist Farven og Lyset.
Hon er fødd á Møn í 1941 og hevur útbúgving frá Kunshåndværksskolen í Keypmannahavn sum keramikari og sum designari frá Arkitektskúlanum.
Framsýningin Farven og Lyset er ein ferðaframsýning, ið er gjørd í sambandi við útgávuna av bókini við sama heiti. Framsýningin er sýnd fram ymsastaðni í Danmark síðan 1995.