Dýrabiðidag, fríggjadagin 27. apríl, hevur kendi og umtókti listamálarin, Kári Svensson, listaframsýning í egnum atelieri á Velbastað. Adressan er: Undir Borgarhalsi 20. Opið verður dýrabiðidag frá klokkan 15-18.
Framsýningin verður eisini opin leygardagin og sunnudagin, 28. og 29. apríl, frá klokkan 15-18. Listaframsýningin er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Kári Svensson, sum er føddur í 1954, er ein av kendu føroysku málarunum, og hann er eisini ein sera virkin listamaður.
Longu sum tannáringur hevði hann sína fyrstu framsýning, og síðan hevur hann ferðast víða hvar við sínum framsýningum.
Kári Svensson hevur sýnt fram sína list í Norðulondum, Baltisku londunum, Hálandi og í so fjarskotnum støðum sum eitt nú í Singapore og New York.