Í dag klokkan 17 letur upp ein listaframsýning við akvarellum í Gallarí Oyggin á Tvøroyri Talan eru um listaverk hjá Hartvig Stenholdt Hansen. Danski listarmaðurin hevur havt hópin av listaframsýningum í millum annað Danmark, Týsklandi og Finlandi.
Framsýningin á Tvøroyri er opin fram til sunnudagin 4. maj allar dagar frá 14 til 18. Tó er stongt mánadag.
Hartvig Stenholdt Hansen sýnir fram akvarellir sum hetta í Gallarí Oyggin á Tvøroyri frá í dag. Mynd: picasaweb.google.com