Listaframsýning á turkihúsloftinum

Loftið á turkihúsinum í Leirvík var stúgvandi fult av fólki, sum komið var til listafamsýningina, ið lat upp dýra biðidag

Tað legðist alt meira til, sum klokkan fór av trý seinnapartin dýra biðidag. Loftið á gamli turkihúsinum í Leirvík, har partafelagið Sjóborg nú heldur til, var fult av fólki, sum komið var til forvitnisligu listaframsýningina, ið lat upp hendan dagin.

Talan var um listaverk, sum málarar úr Leirvík høvdu málað. Bæði um verk, sum stigtakarin, Osmund Justinussen, reiðari, hevði keypt, og nýggj verk hjá leirvíksmálaranum Sámali Toftanes.

Fólk gingu og hugdu og tosaðu. Mettu og hugdu aftur, alt meðan ein ungur maður kom við einum lítlum fiskakassa mitt inn í hetta pyntaða selskapið.

Jú, tygum kollgittu. Tað var talarastólurin, sum stigtakarin skuldi standa á, tá hann setti framsýningina. Kassin varð vendur upp og niður, og Ossi fór upp á botnin, sum nú vendi upp, at standa. Hann klappaði einar tvær ferðir, og fekk so ljóð.

Osmund Justinussen segði, tá hann setti framsýningina, at hann vónaði, at myndirnar hjá Sámali fóru at verða hangandi. Men tað vónaði Sámal ikki, segði Osmund, tí Sámal vildi sleppa at seja myndirnar.

Osmund Justinussen segði, at hann hevði havt eitt sindur av høvuðbrýggi av, hvørt nú nakar mundi fara at koma at síggja framsýningina ella ikki. Men her var fult, og tað gleddist hann ómetaliga nógv um, segði hann.

Tá hann var smádrongur, segði Osmund Justinussen, hevði hann trý stór ynski. Hann vildi verða stjørnufrøðingur. So vildi hann verða veðurfrøðingur. Og at enda vildi hann verða málari.

Hetta seinasta komst av, at hann einaferð sum smádrongur hevði sæð bygdarmannin Jóannes Kristiansen standa í Leirvíkstúni og mála.

Men einki av hesum trimum varð hann til. At mála dugdi hann ikki, og úr Leirvík mundi fara at verða ringt at fáa ein stjørnufrøðing, helt hann. Tó, segði Osmund, kom hann nokk so nær at tí at verða veðurfrøðingur. Hann helt í hvussu er sjálvur, at hann hevði nøkulunda skil á veðrinum.

Osmund Justinussen tosaði eisini um annað enn bara málningar. Hann hevði kenslur fyri hesum húsinum, listaframsýningin var í, skiltist. Her hevði hann, sum so mangur leirvíkingur, vunnið síni fyrstu oyru, tá fiskaarbeiði var her.

Hann segði seg minnast, at hann keypti sær eitt súrepli og eina maltøl burtur av fyrstu avrokningini. Honum dámdi so ómetaliga væl maltøl sum smádrongur. So væl, at hann gekk og ynskti at fáa influensu, tí so mátti mamman geva honum heitt maltøl, soleiðis, sum tey mangan gjørdu tá.

Framsýningin í turkihúsinum verður ein permanent framsýning, segði Osmund Justinussen. Framsýningin er ætlað bygdarfólkinum í Leirvík. Er tað soleiðis, at tey til dømis hava hug at vísa fremmandafólki framsýningina, fer tað altíð at bera til.

Framsýningin er í somu hølum, sum skrivstovan hjá Sjóborg, so sjálvandi ber helst ikki til at hava fólk gangandi allan dagin og hyggja at málningum. Men verður tað so, at tað verður alment opið, verður lýst við tí, segði Osmund Justinussen.