Tunnilsdagin letur ein listaframsýning upp Klaksvík. Tað eru tær fimm listakvinnurnar Gull-Britt Hansen, Lydia Petersen, Sigga Petersen, Astrid Mouritsen og Dagny Tróndheim í Klaksvík, sum sýna fram.
Framsýningin er í Nólsoyar Pállsgøtu 22, har sum handilin Underwear áður var, yvirav har sum bátabrúgvarnar eru. Tær fimm hava fleiri ferðir verið saman um framsýningar, men hetta er fyrstu ferð, at tær hava felags framsýning í Klaksvík. Tær mála allar akrylmálningar og eru sera fjølbroyttar. Framsýningin verður opin allan tunnilsdagin.









