Jógan Andreas á Brúnni úr Fuglafirði hevur fyri nakað síðan sett upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík og hevur síðani sett hesa somu framsýning upp í Grótinum á Skipanesi.
Sunnukvøldið var seinasta ferðin, framsýningin var opin í Grótinum, hagani ættarfólk hansara koma í móðirætt. Nú er ætlanin at lata upp aftur kanska í sambandi við okkurt serligt tiltak, sum verður í næstum.
Jógan Andreas er gávuríkur teknari, og hevur hesin førleiki verið lunnar undir listarligari tilgongd, har hann hevur roynt seg innan málningalist, sniðgeving, grafikk og myndatøku Ja, hann hevur nomið sær góða kunnleika innan málningalist í London á 2 tvey ára útbúgving har og aðrastaðni við.
Fyri nøkrum árum síðani var Jógvan Andreas í Holstebro, har hann gekk á tónlistaskúla, ið eisini hevur lagt honum leiðir til orkestrini Orka og Gestir sum trummuleikari.
Jógvan Andreas hevur ein marglittan málningastíl, bæði surrealistiskan og naturalistiskan. Tað eru altíð serligar, ymiskar og nógvar ímyndir í málningum hansara, so tú mást grunda yvir myndinar. Jógvan Andreas hevur nógv at greiða frá og hevur sín egna málningastíl, sum í hesum føri varð gjørdur sum oljumálningar.
Ein frálík framsýning, sum hegnisliga greiðir frá einum dugnaligum listamanni, ið hevur nógv ymisk strok við mongu penslum sínum.
Jógan Andreas býr í Danmark, har hann eina mest fæst við og livir at listini. Áhugavert at síggja hvat hesin serligi listamaðurin á Brúnni hevur á breddanum eina aðra ferð. Hann hevur heilt víst hópin at vísa fram úr sínum listakova.
Skrivað og tikið myndir: Dávur Winther