Listaframsýning í Ribarhúsi

Í desember mánaða fer Ian Luid at sýna fram málningar í Ribarhúsi í Fuglafirði

List

Sunnudagin 5. desember klokkan 16 letur upp listaframsýning við Iani Luid í Ribarhúsi í Fuglafirði. Fernisering verður sunnudagin frá klokkan 16-18, har Heri Joensen, sum spælir við bólkinum, Týr, fer at spæla á klassiskan guitar.
Listamálarin sigur, at øll verkini, sum eru við á framsýningini, eru málað hetta seinasta árið, og tey flestu eru náttúrulýsingar.
Framsýningin verður opin í døgunum, 5.-31. desember.
Mánadag-fríggjadag er opið frá klokkan 15-17.30, leygardag frá 11-13 og sunnudag frá klokkan 15-18.