Stíggjur
Nú, 10 ár eru liðin, síðani Verkhúsið Stíggjur í Saltangará byrjaði virki sítt, og at tað í ár er teirra brekaðu, skipa Verkhúsið Stíggjur og Frítíðarklubbin í Saltangará fyri framsýning og hugnakvøldi.
Á framsýningini í Riberhúsi, sum letur upp fríggjadagin klokkan 5, verða bæði listaverk og lutir at síggja, sum tey, ið dagliga starvast á verkstaðnum, hava gjørt.
Millum framsýnararnar er Magni Mikkelsen av Toftum, sum í fjør varð kosin, "Ársins myndlistafólk 2002".
Framsýningin verður opin hvønn dag fram til hósdagin í næstu viku.
Fernisering og sangur
Tá framsýningin letur upp, fer formaðurin í MBF, Marjun Sigurðsdóttir, at siga nøkur orð.
Elisabeth á Fríðriksmørk og Lis Poulsen fara at syngja saman við John Mortensen, sum eisini leggur rødd til - og 8 ára gamla Birgit úr Klaksvík fer at syngja ein sang av fløguni, "Vælskapt Brek".
Myndlistin hevur frá byrjan verið ein partur av arbeiðnum á Stíggi, men eftir eitt skeið, sum var í mai í fjør, fóru tey rættiliga í gongd á listaliga økinum.
Tað var Jórun Dánjalssdóttir, ið skipaði fyri hesum skeiði, og eigur hon, saman við Dagmar Beder, ið starvast sum pedagokur á Stíggi, æruna fyri, at tey á verkhúsinum eru komin so langt innan listina.
Skeiðið førdi við sær, at framsýning var á Torginum í SMS. Henda framsýning hevði stóran áhuga millum fólk, og tað eydnaðist at selja nógvar myndir.
- Vit vóna, at henda framsýningin eisini verður væl vitjað, og at nakað verður selt, so tey menningartarnaðu fáa áræði at arbeiða víðari við hesum neista, sum er kveiktur, sigur Poulina Johannesen, leiðari á Stíggi.