Í sambandi við framsýningina "Tíðin" í Norðurlandahúsinum hevur Bárður Dal Christiansen gjørt av, at eitt av listaverkum hansara skal nýtast til at savna inn pening til Barna- og ungdómspsykiatriina á Landssjúkrahúsinum.
Við listaverkið "Livibreyð" verður ein bússa, har til ber at koyra pengar í. Eisini er møguligt at skriva navn sítt á baksíðuna av verkinum. Tá framsýningin er av, verður listaverkið selt á uppboðssølu. Allir pengarnir, ið koma inn gjøgnum tiltakið og søluna, fara óskerdir til Barna- og ungdómspsykiatriina á Landssjúkrahúsinum. Innsavnaði peningurin kann geva teimum møguleikan at keypa nýggjar leikur, tí tær leikurnar, ið eru á deildini, eru farnar langt framvið haldførisdegnum.
– Eg havi gjørt eina mynd, ið eitur "Livibreyð". Tað er rættiliga einfalt og vísir eina sjúkrasystir, ið hevur brotið Deyðastjørnuna úr Star Wars. Hon hevur altíð verið ímyndin av óndskapi í mínum hugaheimi. Runt um høvuðsmyndina av sjúkrasystrini eru ymsar symbolskar ímyndir. Ein nokk so gernadislig viðmerking til tíðina, vit liva í beint nú, sigur Bárður Dal Christiansen.
##med2##
Tá spurdur um hví hann hevur gjørt av at lata pening til vælgerandi endamál, og hví tað júst skal vera barnapsykiatriin, sigur Bárður Dal Christiansen, júst barnapsykiatriin verður ofta gloymd í mun til barnadeildina á sjúkrahúsinum ella Beran.
– Tað eru nógv, ið skræða seg um sína støðu, eisini innan listaheimin, men har eru onnur, ið hava tað nógv verri, sigur Bárður Dal Christiansen um avgerðina at lata "Livibreyð" til vælgerandi endamál.
– Hjá teimum flestu okkara er tað bara mogið, men har eru børn, ið hava tað katastrofalt, sum kanska hava mist onkran ella ikki sleppa í viðgerð.
Framsýningin hjá Bárði Dal Christiansen eitur "Tíðin" og er ein roynd at hugleiða um tíð - bæði sum ítøkilig áhaldandi gongd, men eisini sum abstrakt, hugtoygt fyribrigdi har ymiskar hugsanir og hendingar hittast, í brotum og stubbum, í eini tilgjørdari verð.
Fernisering er í morgin, og framsýningin heldur fram til 15. august.