Í forhøllini á Føroya landsbókasavni er í løtuni ein listaframsýning við verkum eftir Guðrið Poulsen, keramikara Á framsýningini eru keramisk verk, í glasmontrum og á gólvi, og har afturat tekningar. Verkini eru frá 2007-08.
Framsýningin nevnist tíð og rúm og umfatar m.a. verk úr eini røð við heitinum Venus-variasjónir.
Forkunnugt er eisini at síggja verk eftir Biritu Durhuus, sum var í starvsvenjing á keramikkverkstaðnum Leirlist í september.
Tíð og rúm er á bókasavninum hetta til nýggjárs.
Opið er mánadag-mikudag kl. 10-20 og hósdag-fríggjadag kl. 10-17, sigur Føroya landsbókasavn.










