Fuglfirðingurin Helgi Midjord hevur listaframsýning á Kambsdali í hesum døgum Fuglfirðingurin Helgi Midjord sýnir í hesum døgum fram dugnaskap sín við eini málningaframsýning í framsýningarhølunum hjá Pf. Leif Mohr á Kambsdali, sum fyrr hava verið timburhandil og snikkaravirki.
Helgi málar við olju á lørift, og fevna málningarnir um náttúrulýsingar og aðra list við sera dugnaligum handverki.
Framsýningin hjá Helga Midjord verður oktober og november mánað út og er opin millum klokkan kl. 8.00 og 17.30 mánadag til fríggjadag, leygardag klokkan 10 til -13.