Listaframsýning hjá Nicolinu Højgaard

Kvinnur og børn eru høvuðstema í listaframsýning hjá Nicolinu Højgaard, ið letur upp í framsýningarhølum á Áarvegi 14 í Havn týsdagin 16. desember kl. 17. Á framsýningini er grafikkur at síggja. Talan er um svørt-hvít linoleumsprent. Kvinnur og børn eru høvuðstema, og hetta tema myndar væl gerandisdagin hjá Nicolinu, ið starvast sum heilsusystir í Havn.

Myndirnar eru framleiddar á Grafiska Verkstaðnum hjá Tórshavnar Kommunu, har Nicolina Højgaard hevur fingið undirvísing frá Jónu Rasmussen seinastu fimm árini í Tórshavnar Kvøld- og Ungdgómsskúla.

Framsýningin er opin fram til jóla, og øll eru vælkomin til ferniseringina.