Eystanstevna
Á Eystanstevnu hevur listamaðurin, Jørgin Olsen úr Runavík, framsýning í gamla handlinum hjá Olivari.
Framsýningin verður opin leygardagin og sunnudagin, og hon letur upp klokkan 15.
Jørgin Olsen er ein áhugaverdur listamálari, sum serliga málar náttúruna og tað, sum rørist í henni og rundan um hana.
Málningarnir hjá honum eru vakrir og eru nógv eftirspurdir millum tey, sum hava áhuga fyri list.
Jørgin Olsen sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin oman í Gamla handlilin hjá Olivari á Eystanstevnuni.