Frá 17. mai Kristi himmalsferðardag til 6. juni hava Randi Martina Gunnarsdóttir, Martina Eriksen og Wanja Petersen framsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði.
Randi M. Gunnarsdóttir starvast sum stuðul og hevur í mong ár undirvíst í málningalist á Kvøldskúlanum. Martina Eriksen starvast sum køksatstøðingur á Landsjúkrahúsinum, og Wanja Petersen er sjúkrarøktarfrøðingur og starvast sum leiðari í Tilhaldinum.
Randi M. Gunnarsdóttir og Martina Eriksen sýna fram akrylmálningar og Wanja Petersen sýnir fram handverk, ið hon hevur sniðgivið og bundið við hond.
Tær eru allar tríggjar búsitandi í Tórshavn. Tað er ikki av tilvild at Gallarí Ribarhús er karmur um listaframsýningina. Tær fara aftur á slóðina. Sámal Petur Petersen av Miðgerði í Kollafirði, seinni nevndur Gamli Sámal Petur, sum beint eftir jól 1887 fór at reka handil Niðri á Støð í Fuglafirði var langabbabeiggi tær tríggjar. Tað var langabbin Dánjal Jákup Petersen av Miðgerði, ið bygdi/laðaði handilin. Í umleið 1910 varð ein goymslubygningur bygdur. Goymslubygningurin fekk navnið “Ribarhús” eftir einum av skipunum, ið førdu vøru til handilin.
Goymslubygningurin er í dag eitt gallarí og hevur heitið Gallarí Ribarhús. Við góðum ljósviðurskiftum hevur Ribarhús verið karmur um nógvar áhugaverdar framsýningar og tónleikatiltøk.
Tað er Fuglafjarðar Heimavirkisfelag, sum síðan 1997 so meistarliga hevur gjørt í stand og skipað Piddasahandil og Ribarhús.
Listaframsýningin letur upp 17. mai - Kristi himmalsferðardag - kl. 16.00.
Opið er: Mánadag til fríggjadag frá kl. 15.00–17.30, leygardag frá kl. 11.00–16.00, og
Sunnudag frá kl. 14.00 – 18.00. Annars eftir avtalu á tlf. 270180 / 320180.