Farnu árini hava eisini verið listaframsýningar á Fjarðafestivalinum og tá hevur Edith eisini sýnt fram, saman við Eli Smith, Oggi Lamhauge og Sigrun Gunnarsdóttir Niclassen.
Edith er 29 ár og búsitandi í Hoyvík. Hon hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, teknað og málað. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde har hon hevði sergrein í list. Edith finnur íblástur úr náttúruni, fólkum, Gudi, tónleiki og viðurskiftum sum rørast í tí dagliga lívinum.
Síðani septembur 2007 hevur Edith havt listina sum sítt høðusstarv. Edith málar dagliga á atelierinum á Argjum, har fólk hava møguleikan at koma inn á gólvi at hyggja eftir málningum.
Edith hevur eina heimsíðu har hon vísir fram sína list: www.edithart.com