Listaframsýning á Eiði

Í samband við at nýggja atelierið hjá Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði verður alment tikið í nýtslu, letur upp málningaframsýning 1. hvítusunnudag 23. maj kl. 15.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, setir framsýningina, og tónleikabólkurin “Lady Fire” framførir akkustiskt.

Framsýningin er opin til 13. juni, gerandisdagar millum kl. 17 og 19, og sunnudagar og halgidagar millum kl. 16 og 20. Leygardagin 29. mai er stongt. 


Nýggja atelierið er gjørt soleiðis, at atkomandi er fyri øll – eisini fólk í koyristóli.