Arnold Vegghamer er sín egin. Hann hevur sín egna sermerkta stíl. Hann er seg sjálvur og ongum øðrum líkur. Tó brýtur hann upp úr nýggjum og flytir seg. Hann eggjar og provokerar við sínum sjálvsomu og sterku litum. Júst tað, ið summum dámar.
Tað var Føroya Listasavn, sum í gjár lat upp sera forvitnisliga framsýning við málningum av Arnold Vegghamar. Og sum ikki einaferð fyrr, gav Føroya Listasavn enn eina bók út um eitt av okkara frægu listafólkukm, hesaferð um Arnold Veggharmar.
Ikki kann sigast annað, enn at Helgi Fossadal, savnsleiðari hevur verið ein knassi! Hann hevur nú skjótt lagt úr hondum smáar 20 bøkur um listafólk okkara ? henda seinasta um Arnold Vegghamar. Um ikki so langa tíð kemur ein afturat um Fridu Zachariasen.
Sjálvandi hevur Helgi gott fólk afturat sær og hann takkar m. a. Øssuri Johannesen fyri at hava hjálpt til, at hava fingið myndir til vega til bókina, sum Dagmar Warming hevur skrivað tekst til ? týddur til føroyskt og enskt. Men at klára at útvega pening og annars at gera tað megnar forarbeiðið, sum liggur í at gera slíkar bøkur í hópatali, er rós vert!
Hóast eg fyrr havi sæð fleiri av málningunum í stovum runt umkring, so vóru teir ikki at kenna aftur í snotisliga Listaskalanum, har tær rættiliga fingu rúm og flog. Ja, eitt heilt annað snið. Teir stóða snøgligari skornir og litirnir komu betur til sín rætt.
Líggjas í Bø, systkinabarn listamannin, helt eina sera áhugaverda røður um lívsleið Arnold Vegghamars. Og Líggjas er ikki hvør sum helst, hann er skald og listamaður sjálvur, og nýtti hegnisliga yrking hjá Janus Djurhuus at lýsa listamannin við, sum lítillátin fekk nógvu upp á løriftið, og hagani hevði nógv at fortelja.
Líggjas fegnaðist um, at tó at sjólívið, sum hjá so mongum øðrum á Arnoldsa ungum døgum, var at kalla einast leið at halda, ikki hepnaðist Arnoldi. Hann legðist á landi og fór at læra til gull- og silvursmið. Ja, Tórshavnar Býráð hevur latið Hennara Háting Drotningini hálsprýði, sum Arnold Vegghamar hevur gjørt.
Men ikki minst fegnaðist Líggjas um tey mongu listaverk, Arnold hevði latið úr hondum til stóran sóma fyri føroyska listaheimin. Hann lýsti Arnold sum ein av okkara stóru listamonnum. Eins og summir listamenn høvdu fingið sína heimbygd ella oyggj afturat sínum navni, ja, so kunnu vit eins væl umtalað Arnold Vegghamar sum Viðareiðismálarin.
Hanus G. Johansen sang so undurfagurt til setanina og setti alt í ein tignarilgan dám, við sínum frálíka sangi og beinraknu yrkingum, hann hevur sett løg til.
Uttast, har tú kom inn í hølið, hekk ein frálík tekning av einum eldri manni. Hendan tekningin lýsti, at Arnold kann handverkið ? tekningin er grundarsteinurin undir, tí ein kann mála. Hann hevur handalagið og hegnið og kann sítt handverk!
? Arnold Vegghamar er sanniliga ein stórur málari. Tað vísti henda spennandi listaframsyning við eldri og nýggjari málningum.
Framsýningin er opin til 24. okt 2010.
---
Skrivað hevur Dávur Winther