Tað er Armgarð Absalonsen, listakvinna, sum saman við øðrum hevur tikið stig til hetta tiltakið, ið hevur eittans endamál: At savna pening til hjálpararbeiðið hjá Reyða krossi.
- Tað er so hjartaskerandi at uppliva støðuna í Ukraina, og eg hugsaði, hvussu eg best kundi veita mína hjálp. Eg luftaði tankan við onnur listafólk í nærumhvørvinum um eina listaframsýning, og eg má siga, at tað hevur verið sera rørandi at uppliva móttøkuna av hugskotinum.
- Øll, sum vit hava sett okkum í samband við, hava viljað stuðlað tiltakinum. Talan er bæði um listafólk, tónleikarar, fyritøkur og Klaksvíkar kommunu.
Fyritøkan Garpar hevur bjóðað síni hølir, Amarant, Baka fyri meg, Bakaríið hjá Vígdis og Kondittarí Marietta hava stuðlað við køkum, sum verða til keyps, Sp/f Klivin bjóðar veggir til framsýningina, Norðlýsið hjálpir við lýsingarpartinum, og kvinnukórið Suð stuðlar við at framføra til ferniseringina.
Tá tiltakið verður, fer Olga Loburak, sum er úr Ukraina, men hevur búð í Klaksvík seinastu 20 árini, at bjóða vælkomin.
Hon sigur, at hon bleiv ógvuliga rørd, tá hon var spurd, um hon vildi siga nøkur orð til ferniseringina. Hon játtaði at luttaka, men segði samstundis at spenta støðan, sum alla tíðina broytist, eisini ávirkar hana sera nógv.
- Tískil mugu vit taka atlit til hetta á degnum.
Listafólkini vóna sjálvsagt, at fleiri koma at stuðla átakinum, og at fleiri fara at ogna sær eitt listaverk, sum uttan iva eisini gerst eitt minni um sorgarleikin í Ukraina.
Tey, ið sína fram, eru: Edward Fuglø, Lydia Petersen, Anna Mohr, Maria Waag, Maria Mørkøre, Hans Jacob Østerø, Hanus Lind Sørensen, Hansa M. Glerfoss,
Armgarð Absalonsen, Olga Loburak, Elin Nora Reines, Eydna J. Steinberg, Jan Nystrøm, Elisabeth Djurhuus, Klara Johannesen og Mia H. Smith.
- Pláss er fyri fleiri listaverkum, so um onkur ynskir at lata eitt listaverk, so ber til at ringja á telefon 793008, siga fyrireikararnir.
Framsýningin í Finastøðini letur upp sunnudagin 13. mars klokkan 15. Tað er ókeypis at koma inn, men møguleiki verður at keypa kaffi og køkur umframt fleiri enn tólv spennandi listaverk.
- Framsýningin verður eisini opin mánadagin og týsdagin, 14. og 15. mars, báðar dagarnar frá klokkan 15-19, verður lagt aftrat.











